|

Tíðindi

|
28. juni. 2010
Summarfrí
So er skúlin farin í summarfrí. Vit takka fyri gott samstarv í farna
skúlaári og ynskja øllum næmingum og foreldrum eina góða summarfrí.
Skúlin byrjar aftur 16. august kl.9.00
Fyrsti flokkarnir møta kl.13.00
Blíðar heilsanir
Leiðslan
|

|

|
22. juni. 2010
Próvhandan
Tað var ein fullsettur salur í KFUM & K sum var komin saman til at lukku ynskja næmingum í valskúlanum við próvnum. Yvir 60 næmingar tóku prógv henda dagin.
Umframt vanligu skánna við sangum og talum frá Signari og Hanusi, hildu umboð fyri teir fýra flokkarnar eisini røðu, sum tey megnaðu sera væl. Eisini fingu fýra gávu frá skúlatannlæknanum, fyri holfríðar tenn øll árini.
Jú, ein hugnalig løta og vit vilja ynskja øllum hjartaliga til lukku.
Myndir eru í savninum her.. |

|

|
3. juni. 2010
Dugnaligir næmingar í miðlum
Vit eiga nækrar sera dugnaligar næmingar í miðlum, bæði tá tað kemur til at arbeiða við still myndum og so sanniliga eisini við livandi myndum. Vit á Ziskatrøð hava lagt orku í fakið, við góðari útgerð og hølum og hetta sæst aftur við úrslitum frá næmingum. Potentiali er heilt víst til staðar og so er bara at skapa rammurnar.
Her eru nakrar leinkir til okkurt av tí sum er komið burturúr.
Slideshow her..
Videomyndir her..
Filmur um miðbýarætlanina her.. |

|

|
25. mai. 2010
Komandi fyrsti flokkur
Í dag komu komandi fyrstu flokkarnir á Ziskatrøð á vitjan við
foreldrum sínum. Tað var ein hugnalig løta. Tey fingu heilsa uppá komandi flokslærarar teirra og at síggja teirra stovu. Eisini vóru tey til samansjóðingarspøl í Gomlu Høll.
Vit bjóða teimum og foreldrum teirra hjartaliga vælkomnum á Ziskatrøð
Sí myndir frá degnum her.. |

|

|
29. apríl. 2010
Leikdagurin 2010
Hósdagurin var síðsti skúladagur hjá næmingunum í valskúlanum.
Til dagin høvdu tey sett upp ymiskar hoppiborgir og skipað fyri undirhaldi.
Dagurin endaði við einum fótbóltsdysti millum lærararnar og næmingarnar
á Djúpumýru. Veðrið vísti seg frá síni bestu síðu henda dagin.
Sí myndir frá degnum her.. |

|

|
24. apríl. 2010
Til lukku!
Her frá Ziskatraðar Skúla verður ynskt Skúlanum við Ósánna hjartaliga
til lukku við nýggja skúlanum. |

|

|
21. apríl. 2010
Øðrvísi rokning
Tað er altíð gott at broyta eitt sindur viðhvørt. Henda roknitíma var evnið pi. Og hví ikki fara út í góðveðrið at finna og máta sirklar. Næmingarnir vóru hugaligir og spentir at royna okkurt øðrvísi. Hetta var ein ligur í fyrireikingini til landsroyndina sum var herfyri. Vónandi sæst tað aftur í royndini. Næmingarnir eru ikki í iva um havat pi er. pi=U/t
Sí myndir her.. |

|

|
16. mars. 2010
Páskafrí
So eru páskini fyri framman. Skúlin er í páskafrí til mikudagin 7. apríl,
tá byrjað verður aftur við vanligari skúlagongd.
Vit á Ziskatrøð ynskja næmingum og foreldrum eina góða páskafrítíð.
|

|

|
16. mars. 2010
4. og 6. fl. til landsroynd
Hesa vikuna ganga næmingar úr 4. og 6. flokkunum til roynd
í filmeikarahøllini. Tað er stuttligt at síggja hvussu tey kýta seg at gera sítt besta.
Royndirnar eru ikki drúgvar; til flestu royndirnar fáa næmingarnir 45 minuttir; tó er ein tími settur av til næmingarnar í sætta flokki til uppgávurnar í støddfrøði og náttúru og tøkni. Ein steðgur á annaðhvørt 30 minuttir ella 15 minuttir er settur av millum royndirnar
Skúlin bjóðaði frukt til næmingarnar aftan á royndina.
Sí myndir her.. |

|

|
11. mars. 2010
Forkunnug vitjan
Hósdagin fingu fólkaskúlanir í Klaksvík vitjan av landsstýriskvinnuni í mentamálum, Helenu Dam á Neystabø og umboðum úr Mentamálaráðnum, Olaus Jespersen og Jenny Lydersen. Endamálið við vitjani var at kunna seg um umstøðurnar á staðnum og fáa ráð og vegleiðing frá skúlaleiðslunum um m.a. skilagóðar bygnaðarbroytingar og námsfrøðiligar spurningar.
Næmingar úr valskúlanum bjóðaðu gestunum ein góðan bita. Saman við læraranum høvdu tey gjørt nógv burtur úr og kundu borðreiða við stoktum havhesti og søtum omaná.
Sí myndir her.. |

|

|
21. febr. 2010
Lesiátak hesa vikuna
Átakið er fyri næmingar í 1. - 7. flokk. Øll lesa samstundis, frá
kl. 8.00 til morgunsangurin byrjar kl. 9.20.
Skúlabókavørðurin verður í skúlanum nevndu tímar,
og til ber at skifta bók. Tá ið næmingur er liðugur við eina bók,
fær hann ein "stein", har navn og heiti á bók skal skrivast á.
Steinarnir skulu so leggjast á ein varða, ið laðast skal á veggin.
Góðan arbeiðs - og lesihug !
Sí myndir her.. |

|

|
12. febr. 2010
Føstulávintfrí
So er skúlin farin í føstulávintfrí.
Mánadagurin og týsdagurin eru frídagar.
Vanlig skúlagongd byrjar aftur
mikumorgunin 17.febr kl.8.00
6.b valdi at hugna sær og sló pott heima hjá flokslæraranum.
Sí myndir her..
|

|

|
11. febr. 2010
Kvæðadagurin
Árligi kvæðadagurin byrjaði við at yngru næmingarnir fóru at gera sær seyðbond, sum so seinni skuldu nýtast í dansinum. So varð farið yvir í Skálan har farið varð upp á gólv.
Flokkarnir vóru býttir upp í trý aldurstrin 1.-3., 4.-6. og 7.-9.fl. Eisini vóru Húsar skúli og Skúlin á Fossanesi við.
Heili trettan kvæði vóru framførd, og sigast má at vit eiga sera dugnaligar og hugaligar næmingar. Aftan á fingu næmingarnir sunkist og okkurt afturvið.
Jú, eitt væleydnað tiltak.
Sí myndir her.. |

|

|
9. febr. 2010
Ungdómstingið 2010
Næmingar, sum hava samfelagsfrøði, í Valskúlanum hava verið í løgtinginum við ymiskum uppskotum. Saman við næmingum úr fimm øðrum skúlum yvirtóku tey okkara løgting og sluppu at verða politikkarar í tveir dagar.
Uppskotini sum komu frá okkara næmingum eru:
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
- Uppskot til samtyktar um at gera tað lættari hjá almennum stjórum at siga fólki úr starvi
Jú, vit kunnu vera stolt av okkara næmingum, sum kláraðu seg sera væl. Um nakar teirra einaferð seinni aftur sleppur fram at landsins hægsta røðarastóli, má tíðin vísa.
Myndir út ungdómstinginum eru í savninum, her..
|

|

|
12. jan.2010
Bergtóku næmingar
Tríggir úrmælingar úr Ísrael vóru á vitjan á Ziakatrøð í dag. Talan var um Trio Ir Shalem, út Jerusalem, við Yuri Gluhovsky, Alexander Sinelnikov og Gabriellu Talroze.
Tónleikararnir í hesi trioini vóru allir sera væl kendir í sínum heimlondum, áðrenn teir fluttu til Ísrael. Afturat at spæla í trio virka teir allir sum solistar bæði í Ísrael og aðrastaðni. Trioin var stovnað í 1993 og hevur síðan tá regluliga havt konsertir í Ísrael og í øðrum londum. Repertoirið er stórt frá Haydn, Mozart, Rachmaninov, Ravel, Tchaikovsky, Shostakovich til nútímans ísraelskan tónleik. Í 2004 fekk trioin prísin “Benyamini” og apríl 2004 hevði hon konsert í París - og í morgun fingu vit loyvið at hoyra tey.
Myndir frá konsertini eru í savninum, her..
|

|

|
21. des.2009
Jólaskúlaguðstænasta
Christianskirkjan, sum var ramman um eina sera hugnaliga løtu, var full av næmingum úr
skúlunum í Klaksvík.Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum í ár eisini merkti at henda dagin fingu næmingarnir jólafrí.
Við tónum frá sálmanum "Gleðilig Jól", sum næmingarnir sungu henda dagin og myndum úr guðstænastuni, vilja vit ynskja øllum eina góða jólafrítíð.
Gleðilig jól og gott nýggjár!
Skúlagongdin byrjar aftur mánadagin 4. januar kl.8.00, við vanligari skúlagongd
Her sæst videoin.. |

|

|
27 nov.2009
Listavikan 2009
Alla vikuna hava 10.flokkurin úr Fuglafjarðar Skúla og næmingar úr Valskúlanum á Ziskatrøð verið til eina listaviku. Hetta hevur verið ein sera spennandi og mennandi vika. Næmingarnir hava mála málningar, seyma kjólar, gjørt hornlampur, tikið bæði livandi myndir og stillmyndir.
Mánakvøldið frá kl.18.00 - 21.00 verður framsýningin av avrikunum.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Síggj myndir frá vikuni her.. |

|

|
20 nov.2009
Yvirlivdi jødatýningina - vitjaði skúlan
Hósdagin fingu vit forkunniga vitjan. Framhaldsdeildin fekk høvi at
hoyra eina spennandi lívsøgu.Lívið hjá Kitty Menko Jørgensen í Hollandi
undir krígnum minnir á mangan hátt um lívið hjá Onnu Frank. Meðan
Anna Frank doyði og dagbókin yvirlivdi, so var tað júst øvut hjá tí
nú 81 ára gomlu Kitty, sum nú býr í Danmark.
Les meiri og síggj myndir frá degnum her.. |

|

|
20 nov.2009
Næmingar vitjaðu Sambýlið á Heygnum
Allan týsdagin høvdu næmingar fyrireika seg til at vitja sambýlið. Annar flokkur
hevði vant tveir sangir at framføra. 10.flokkur hevði verið í køkinum og bakað beyð
og kaku. Breyðið var tilgjørt og pynta við ymiskum viðskera.
Starvsfólk og búgvandi tóku væl ímóti okkum og vóru sera glað fyri slíkt tiltak.
Høgni Olsen, úr 10.a., las eina søgu fyri okkum eisini.
Skúlin við takka sambýlinum fyri høvi og næmingunum fyri framúr góða løtu.
Myndir frá degnum eru her.. |

|

|
12 nov.2009
Ein góð løta
Foreldrafundurin, ið skúlastýrini skipaðu fyri, var sera væl eydnaður. Møtt vóru eini 200 fólk
og Hans Mourits Foldbo var vælupplagdur. Fyrst bjóðaði Martina Hansen, formaður í
skúlastýrinum á Ziskatrøð, vælkomin og síðani varð sangur sungin. So segði Símun Gullaksen,
formaður í skúlastýrinum við Ósánna, nøkur orð. Síðani kom fyrilestrahaldarin á pallin.
Eftir fundin vóru fólk samd um at hetta var gott tiltak, og gott at stýrini vilja gera hetta til eitt árligt tiltak.
Vit vilja bera eina tøkk til skúlastýrini fyri eina góða løtu.
Myndir eru her.. |

|

|
7.okt.2009
Floksmyndir komnar
Herfyri var havnamaðurin og fotografurin Per á Hædd á Ziskatrøð og tók myndir av
næningum. Eisin vóru floksmyndir tiknar. Vit hava nú uppdatera hesar á heimasíðuni.
Tú kanst síggja tær í yvirlitinum ovast á hesi síðu ella við at trýsta á leinkjuna her..
|

|

|
26.sept.2009
Nýtt sjónbandalag
Sum kreativur partur av námsferð hjá 5.a og 5.b í skúlanum á Ziskatrøð varð ein
sangur innspældur og gjørdur til sjónbandalag. Lagið eitur " Tær rópa kom"
Tær eru næmingar úr báðum flokkunum, sum sjálvbodnir hava bjóðað seg fram til
at syngja solo í versunum, ímeðan øll børnini stemma í í niðurløgunum.
Les meiri og síggj lagið her.. |

|

| 25.sept.2009
Væleydnað evnisvika á ovastu hædd
Byrjað varð mánamorgun við eini øðrvísi evnisviku. Endamálið við vikuni var at
gera ovastu hædd hugnaligari og at hampa um stovurnar. Næmingarnir í 8. og 9.
flokkunum hava verið ágrítnir og dugnaligir og hava fingið nógv burturúr. Jú,
sanniliga er ovasta hædd á Ziskatrøð vorðin hugnaligari.
Sí myndir her.. |
 |

| 11.sept.2009
Rennidagurin
Í morgun fóru so næmingar og lærarar úteftir oyravegnum, summi skjótari enn onnur.
Veðrið var okkum til vildar og fegin og spent fóru børnini avstað.
Heimkomin aftur í skúlan fingu næmingarnir sunkist okkurt til matna. Nógvar góðar myndir frá degnum eru í myndasavninum.
Sí myndir her.. |
 |

|
3.juni.2009
Leikdagurin 2009
Í stóð so árligi leikdagurin hjá 10.floksnæmingum á skránni. Dagurin skuldi verða øðrvísi
enn undanfarin ár, søgdu tey úr valskúlanum. Og so sanniliga varð tað so. Yngru næmingarnir fingu at royna mangt og hvat. Skipað varð fyri tveimum óhugnastovum og
heili tríggjar stórar hoppiborgir vóru í fimleikarahøllunum og í garðinum. Dagurin endaði við einum fótbóltsdysti millum lærara og næmingar úr valskúlanum.
Dagurin er samstundis eitt tekin um at nú standa próvtøkurnar fyri framman.
Vit vilja takka fyriskiparunum fyri dagin og ynskja øllum góða eydnu við próvtøkuni
Sí myndirnar her.. |

|

|
27.mai.2009
Tónleikabreytir á vitjan
Í morgun komu næmingar úr 8. og 10. flokkunum úr Kommunuskúlanum á vitjan.
Tey framførdu ymisk løg hjá kendum bólkum og eisini høvdu tey smíða egin løg.
Hetta var ein sera hugtakandi og hugnalig løta.
Sí myndirnar í savninum her.. |

|

    
|
|
Samband Vælkomin at seta teg í samband við okkum. Her finnur tú yvirlit yvir teldupostar hjá lærararum.
Leinkjur
Her eru nakrar leinkjur til góðar skúlaheimasíður.
.
     
|